Í síðsta mánaði hevði Henrik Old siti á tingi í tilsamans 25 ár. Hann hevur sitið á tingi í tveimum umførum:
Hann varð fyrstu ferð valdur á løgtingsvalinum 8. november í 1984. Hann var afturvaldur í 1988, 1990, 1994, 1998 og 2002. Á valinum í 2004 fall hann, men kom inn sum eykamaður fyri Jóannes Eidesgaard, sum tá bleiv løgmaður.
Á løgtingsvalinum í 2008 stillaði hann ikki uppaftur. Henrik Old var tá 61 ára gamal. Hann er føddur 20. juni í 1947, og kundi soleiðis fara frá við pensjón. Tingmenn kunnu fara frá við pensjón sum 60 ára gamlir, tá tvær ferðir starvsaldur teirra pluss alndurin hjá tingmanninum er minst 95. Annars mugu teir – eins og vanlig fólk – bíða til teir verða 67.
Men Henrik Old treivst eftir øllum at døma ikki sum pensjónistur, og tí stillaði hann uppaftur á løgtingsvalinum í 2011. Tá varð fyrrverandi tingmaðurin – og nú eisini fyrrverandi løgtingspensjónisturin – aftur valdur á ting við 265 atkvøðum.
Í síðsta mánaði hevði hann sitið á tingið tilsamans í 25 ár. Hesi 25 árini hevur hann, sambært heimasíðuni hjá Javnaðarflokkinum, sitið á tingi við tilsaans 103 ymiskum tingfólkum, umframt varafólkum, og er í løtuni tann tinglimur, sum hevur sitið longst á tingi.
Henrik Old er er giftur við Elsebeth, og saman eiga tey tveir synir og tvær døtur. Hann er útbúgving fiskiskipari og hevur verið fiskimaður síðani 1964 og fiskiskipari síðani 1977.
Foreldur hansara vóru Henrikka Jacobsen Old og Dennis William Connor Old. Mamman doyði í barsilssong og vaks hann upp hjá mostur síni, Inger og manninum Johannes Joensen, Vági.