HONDBÓLTUR: Í dag verða tveir spennandi dystir í høllini á Hálsi, tá Kyndil tekur ímóti VÍF.
Byrjað verður klokkan 18.30. Tá spæla old boys-liðini hjá feløgunum báðum, og klokkan 20 spæla bestu mansliðini.
Teir, sum manna old boys-liðini, spældu mangan harðan dystin um FM-heitið serliga í 80'unum. Nú verður so spennandi at síggja, hvussu leikur fer.
Bestu mansliðini fáa í dystinum ein varhuga av, hvussu venjingarstøðan er, nú liðini fyrireika seg til næsta kappingarár.
Á ólavsøku í fjør vann Kyndil á VÍF eftir brotskøst, tí vanligi dysturin endaði javnur. Útlit eru til ein líka javnan dyst í ár.
MYND:
Dysturin á ólavsøku í fjør mátti avgerast við brotskøstum. Menn bíða spentir eftir úrslitinum
(Mynd: kyndil.fo)










