Old troyttur av ósemjuni um innkoyringarveg

- Tað er ikki ráðiligt, at hendan verkætlanin liggur still, tí man er ósamdur um síðsti tíggju kilometrarnar.


Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður í Samferðslumálum, nú fundur verður í næstu viku millum Tórshavnar kommunu, Eysturoyartunnilin, landsstýrismannin í Samferðslumálum og Landsverk, um nýggja innkoyringarvegin til Havnar.


Talan er um eina verkætlan, ið hevur staðið í hálvum gekki í fleiri ár. Landsstýrismaðurin hevur eisini verið ein teirra, ið hevur ótolnast inn á verkætlanina.


- Sum tingmaður, so eri eg vorðin troyttur av hetta meiningsleysa við at framhaldandi at seta pening á fíggjarlógina til eina verkætlan, ið ongan veg kemur. Nú havi eg so fingið ein møguleika at gera mína ávirkan galdandi, og tað ætli eg mær at gera.


Landsstýrismaðurin er ikki fyrsti persónurin, ið hevur roynt at loyst knútin. Hóast samráðingar, so er tað aldrin eydnast lands- og kommunumyndugleikunum at semjast um eina leist, men Henrik Old hevur eina ætlan.


- Sum eg skilji tað, so botnar ósemjan mest í víðari farleiðini frá Villingardalsvegnum. Men, um semja er um vegin har til, so átti tað verið møguligt, at gjørt tað liðugt, ið semja er um.


- Harumframt, sum eg skilji málið, so er ein partur av trupulleikanum eisini, at partarnir ikki hava verið samdir um talið av íbindingarvegum og um tað skal verða loyvi at koyra 50 km/t ella 80 km/t. Men tað er so nógv millum 50 km/t og 80 km/t. Kanska finna vit eina loysn, um vit seta ferðina á 60 km/t, sigur landsstýrismaðurin.