Tað er ikki bara A-landsliðið hjá monnum, sum skal uttanlands at kappast í hesum døgum. Um vikuskiftið fara nevniliga tvey old girls-lið hjá B36 at kappast í Würth Iceland, sum er ein old boys- og old girls-kapping í Grafarvogi í Íslandi.
B36-liðið, sum í heimligu kappingini í ár endaði á 2. plássi aftanfyri Víking, hevur fingið tríggjar leikarar við sær úr Suðuroynni, soleiðis at tað nú hevur eydnast teimum at fáa mannað tvey lið. Tær skulu spæla í aldursbólkinum eldri enn 35 ár.
Tær úr B36 siga, at tær leingi hava tosað um at fara á hesa ferðina, og at hetta ikki einans er fyri skemt og gaman. Tær siga nevniliga, at tær ætla sær at vinna kappingina.