Old boys finalurnar í Sandavági

Lutakast hevur verið um hvørji lið møtast í finalu-umfarinum í Old Boys, kappingin verður í Sandavági leygardagin 20. septembur 2008.

 

Bólkur 1: B71, KÍb og B68

 

 

Bólkur 2: SKÁLA, SÍF og 07 Vestur

 

 

3 lið eru í hvørjum bólkinum, og tey leika ein dyst móti hvørjum øðrum.

 

 

Vinnarin av bólki 1 og 2 leika síðani finaludyst, meðan nr. 2 í bólki 1 og 2 leika um 3. og 4. pláss, skrivar FSF.