Myndirnar av Ólavi, har hann stendur við bedingina í Vestmanna, tók Birgir W. Høgnesen.

Ólavur skal setast í upprunastand úti í Nólsoy

Ein áhugabólkur hevur keypt gamla postbátin í Vestmanna, Ólav, sum skal setast í stand úti í Nólsoy.

Myndirnar av Ólavi, har hann stendur við bedingina í Vestmanna, tók Birgir W. Høgnesen.

Í næstum skal gamli postbáturin, Ólavur í Vestmanna, flotast og sleipast út til Nólsoyar, har motorbáturin skal setast í upprunastand.

 

Tað veit heimasíðan hjá Føroya Fiskimannafelag at siga, og tað er Birgir W. Høgnesen, ið hevur tikið myndir av bátinum, sum stendur við bedingina í Vestmanna.

 

- Tað var hin 9. januar í 2020, at søguligi postbáturin sakk við bryggjuna í Vestmanna. Hann varð tikin uppaftur og settur á økið við bedingina.

 

Sambært heimasíðuni eru tað Barður á Steig Nielsen og fleiri, sum hava tikið stig til at seta á stovn ein grunn.

 

Bárður er formaður í grunninum, sum hevur keypt M/S Ólav VN 138.

 

- Grunnurin hevur longu ognað sær peningaligan stuðul, so fyrsti partur av endaligu verkætlanini kann fremjast.

 

Heimasíðan hjá Føroya Fiskimannafelag veit at siga, at í næstum er ætlanin at fáa Ólav á flot aftur.   

 

##med2##

 

Síðan skal deksbáturin sleipast út til Nólsoyar, har hann skal setast í stand. Mett verður, at arbeiðið fer at taka umleið hálvt annað ár.

 

- Vestmanna kommuna hevur á fundi einmælt samtykt at stuðla verkætlanini við 150.000 krónum.

 

Meira um gamla postbátin Ólav kann lesast á heimasíðuni hjá Føroya Fiskimannafelag - https://fiskimannafelag.fo/savn/tidindi/ein-ahugabolkur-hevur-keypt-gamla-postbatin-olavur-vn-138 og her eru eisini fleiri myndir.

 

 

 

 

 

 

 

Myndirnar av Ólavi, har hann stendur við bedingina í Vestmanna, tók Birgir W. Høgnesen.

Mynd: Birgir W. Høgnesen.