Fróðskaparsetur Føroya hevur sett Ólavur Waag Høgnesen í starv sum avloysara fyri Onnu Katrin Matras, samskiftis- og kunningarfólk, sum fór í farloyvi 1. januar 2016. Eftir ætlan byrjar Ólavur í starvinum 1. februar 2016. Tað skrivar Setrið á síni heimasíðu í dag.
Ólavur er cand.scient.soc við sergrein í samskifti frá Universitetinum í Keypmannahavn og hevur umframt tað útbúgving í løgfrøði á bachelor-stigi. Harumframt hevur hann drúgvar royndir innan samskifti.
Í nýggja arbeiðinum, fær Ólavur Waag Høgnesen millum annað til uppgávu at samskipa samskifti á Setrinum. Tað inniber millum annað, at skipa fyri kunning og marknaðarføring av útbúgvingum og gransking á Setrinum.

Ólavur skal marknaðarføra Setrið
















