Ólavur í Studio Bloch

Serstøku konsertirnar í Studio Bloch halda fram og leygadagin er Ólavur Jacobsen á skránni.

Ólavur Jakobsen er ein av stórstu tónleika úrmælingum í Føroyum. Hann er virkin í tónleikabólkinum Aldubáruni, ið hann var við til at stovna.




Ólavur hevur framført sum solistur og kamartónleikari kring Evropu,i Suður-Afrika og í U.S.A og hevur innspælt við ørgrynnu av tónleikarum og tónaskøldum. Javnan er hann á konsertferð uttanlands. Seinni í heyst fer hann á longri konsertferð til tey Baltisku londini.



Rúm er einans fyri 25 fólki til hesa forkunnugu konsert, ið verður hildin í upptøkustudionum hjá Studio Bloch. 



Atgongimerki kunna fáast við at skriva til Studio Bloch .



Á Studio Konsert í Studio Bloch 5 juli kemur Ólavur at framføra á klassiskum guitar:


Fransisco Tarrega (1852-1909)
- Lagrima (Preludio)
- Adelita (Mazurka)
- Maria (Gavota)
- Marieta (Mazurka)
- Capricho Arabe (Serenata)

Johann Sebastian Bach (1685-1750)
Lutsuita nr. 1 (BWV 996)
- Allemande
- Sarabande
- Bourrée
- Gigue 

Sunleif Rasmussen (f. 1961)
Suite for guitar (2007) 
- Preludium
- Allemande
- Courante
- Sarabande
- Gigue

Isaac Albeniz (1860-1909)
- Mallorca (Barcarola)

Augustin Barrios (1888-1944)
- Vals opus 8, nr. 4

Óli Jógvansson (f. 1969)
- Forever Gone (2014) frumframførsla av solo-guitarútgávu