Ólavur Gregersen á Ársins Íverksetaradegi: Føroysk taraaling sum altjóða fyrimynd

Ársins Íverksetaradagur er árliga tiltakið hjá Íverksetarahúsinum, sum heiðrar íverksetarar og íverksetan.

 

Í tí sambandi verður ársins íverkseti funnin og fær eina heiðursløn, Granan.

 

Ein av áhugaverdu fyrilestrunum á Ársins Íverksetaradegi 2023 verður við Ólavi Gregersen, ið er stjóri í Ocean Rainforest og ein av stovnarunum.

 

Ocean Rainforest er eitt føroyskt felag, sum arbeiðir við taraaling og hevur nógvar spennandi ætlanir fyri framman, herímillum at byggja eitt nýtt virki í Gøtu. Hesum og ymiskum øðrum, fer Ólavur at greiða nærri frá.

 

Tiltakið verður fríggjadagin 20. oktobur 2023 í Mentanarhúsinum í Fuglafirði frá kl. 13.00 til 15.30.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið, sum er ókeypis.

 

Tó er neyðugt at tekna seg.

 

Les meira og melda til tiltakið her