Í heyst fer sóknarpresturin Anne Mette Greve Klemensen í lestrarfarloyvi.
Í hesum sambandi hevur biskupur í samráð við avvarðandi kirkjuráð sett Ólav í starv sum virkandi sóknarprest í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi frá 1. september og árið út. Prestagjaldið fevnir um Havnar kirkju og Nólsoyar kirkju, skrivar folkakirkjan.fo.