Mikið rok stóðst av kvinnuróðrinum í 5-mannaførum, tá Róðrarsambandið gjørdi av, at Havfrúgvin ikki skuldi hava stig fyri ólavsøkuróðurin.
Í vanliga róðrinum var púrasta javnt millum Ørnina og Havfrúnna, og tí varð neyðugt við umróðri. Her varð Havfrúgvin kolldømd, og so staðfesti Róðrarsambandið, at ein kolldøming er ein kolldøming av øllum róðrinum, og tí skuldi Havfrúgvin einki stig hava fyri ólavsøkuróðurin.
VÍF hevur kært málið allan vegin, og nú hevur Ítróttadómstólurin, sum er evsti myndugleiki innan økið, gjørt av, at Havfrúgvin eigur silvurið.
Í úrskurðinum, sum kann lesast á www.isf.fo , stendur millum annað, at umróðurin einans hevði til endamáls at gera av, um Ørnin ella Havfrúgvin skuldi vinna róðurin. Og tí eigur eitt reytt kort í umróðrinnum ikki at ávirka tað, sum hendi í róðrinum annars.










