Ólavsøkurenningin 2014

Árliga ólavsøkurenningin verður á skránni tann 27 juli.

Eingin Ólavsøka, uttan renning, og soleiðis er eisini í ár. Startskotið til renningina verður tann 27. juli kl.  18.00 og hjá teimum flestu er tað eisini startskotið til eina góða Ólavsøku.

 

Karmarnir um renningina, eru niðri á Skálatrøð. Har er slætt og gott at renna og ikki minst er tað sera áskoðaravinarligt. Fólk úr øllum heraðshornum plaga at luttaka og hjá fleiri útisetum er tað ein fastur táttur, at renna við Ólavsøkurenningini. Teinurin hjá teimum vaksnu er 5 km, og kann tað viðmælast ungum, sum eldri, vandum og minni vandum, at renna við.

 

Børnini plaga heldur ikki at smæðast burtur og meira enn eina ferð er tað hent, at onkur nýggj stjørna stingur seg fram um hini og vinnur óvæntað. Børnini renna styttri, enn tey vaksnu. Teinarnir eru frá 430 metrum til 1,3 km.

 

Tað er Bragdið, ið skipar fyri ólavsøkurenningina og Bragdið skrivar í tíðindaskrivi, at tey sum altíð gleða seg til ólavsøkurenningina og at tey bjóða øllum at vera vælkomin til at luttaka í renningini. Afturat tí, boðar Bragdið frá, at tey eru sera glað um góða samstarvið við Lützens Timburhandil, sum bjóðar rennarunum inn um at býta startnummur út og at handa medaljur aftaná renningina.

 

Bragdið boðar frá, at tað loysir seg at melda til í góðari tíð og at tað er sera ómakasleyst, tí gjaldast kann við tilmelding. Áðrenn 25.juli kostar tað 80 kr fyri vaksin og 40 kr fyri børn. Tað ber til at melda til, við at fara inn á renn.fo. Har skal man velja "Tilmelding". Eisini ber til at melda til, við at fara inn á heimasíðuna bragdid.fo og velja "Melda til kapping".

 

Bragdið skrivar, at vit síggjast tann 27. juli at svikstarta Ólavsøkuna á Skálatrøð.