Øll kunnu luttaka í venjingunum, og sera nógvir kórsangarar royna at laga tað so, at tey sleppa við, tá ólavsøkukórið venur og syngur.
Vanliga fara venjingarnar fram í Læraraskúlahøllini, og soleiðis er eisini í ár. Nakrar venjingar hava verið, men nakrar eru eftir enn.
Vant verður:
mik. 19.7
sunn. 23.7
mik. 26. 7
Mikudagar venja vit kl. 18.00-21.00 og
sunnudagar kl. 15.00-18.00.
Kórleiðari í ár er Tóra Vestergaard.