Sum vant bjóðar Kórsamband Føroya øllum kórsangarum at syngja í Ólavsøkukórinum. Vant verður í læraraskúlahøllini, og fyrsta venjing verður komandi mánakvøld 15/7 kl. 19.00.
Kórleiðari í ár er Leif Hansen. Leif stjórnaði Ólavsøkukórinum í 2011 og 2012 og er til dagliga kórleiðari hjá Havnarkórinum og hjá Nólsoyar sangkóri. Sangskráin er sum vant samansett av bæðisiðbundnum sangum og nýggjari føroyskum kórtónleiki.
Venjingarætlan hjá ólavsøkukórinum 2024
mánakvøldið 15/7 kl 19.00-22.00
hóskvøldið 18/7 kl 19.00-22.00
sunnudagin 21/7 kl 15.00-18.00
mikukvøldið 24/7 kl 19.00-22.00