Fert tú á ólavsøku?
- Ja!
Hvussu heldur tú ólavsøku í ár?
- Havi altíð verið til skrúðgonguna og sangin undir Tinghúsinum. Sum oftast sum áskoðari og áhoyrari og nakrar ferðir sum kórleiðari, bæði í kirkjuni og á Tinghúsvøllinum.
Tað sigur Sunleif L. Rasmussen, tónaskald.
Hann vísir á, at síðan hann er blivin abbi, plagar hann at fara ein túr við abbabørnunum ólavsøkuaftan, og sum oftast er hann barnagenta um kvøldið, so dóttirin og versonurin sleppa ein túr í býin.
Hvat er tað besta við ólavsøkuni?
- At møta fólki, tú ikki sær dagliga. Annars serliga at vitja Listaskálan, Háskúlan og fundin á Doktaragrund.
Er okkurt serligt, tú minnist frá ólavsøkuni?
- Tá ið midnáttarsangurin var á fyrsta sinni, har nakrir sangarar úr Havnarkórinum sungu á trappuni við býráðshúsið og sjálvandi, tá ið mín stóra Ólavsøkukantata við Ólavsøkukórinum, kingosangarunum úr Tjørnuvík, kvøðarum, málmblásarum, trummum, gittarum, solosangarum og elektroniskum ljóðum bleiv frumframførd í 2009.
Hvat kundi verið øðrvísi við ólavsøkuni?
- Nøkur ting í tilveruni skulu varðveita siðvenjuna. Soleiðis við ólavsøkuni. Men, sum sagt, var byrjanin til midnáttarsangin, at nøkur fólk úr Havnarkórinum møttust á býráðstrappuni á midnátt, og síðan menti tiltakið seg til ein sera stóran og virðiligan enda á ólavsøkuni, sigur Sunleif L. Rasmussen.