Ólavsøkukantata við intervalum

(Kykmynd) Áhoyrarnir klappaðu millum versini, og tað órógvaði kantatuna nakað

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr tá ólavsøkumanskórið sang ólavsøkukantatuna hjá Edward Mittens og Jógvan Waagstein, umframt "Harra Guð títt dýra navn", sum ólavsøkukórið sang.

 

Tað gekk smátrekt við ólavsøkukantatuni. Tað var ikki manskórinum at lasta, men heldur áhoyrararnir, sum klappaðu millum versini, og ikki hómaðu, at kantatan er nakað longri enn ein vanligur kórsangur.

 

Bjarni Restorff stjórnaði ólavsøkukórinum, solistar vóru Petur Niclasen og Mouritz Mohr.