– Ein endurspegling av diskriminatión og kúgan

– Installatiónin er ein tulking av myndunum, sum hava floymt okkara talgildu skíggjar seinastu 9-10 mánaðirnar, sigur Laila Mote, ið er eitt av listafólkunum, ið skal sýna fram á ársins ólavsøkuframsýning.

Ólavsøkuframsýningin hevur verið fastur táttur síðani 1948, tá Listafelag Føroya av fyrstan tíð skipaði fyri henni. Líka síðani hevur hendan framsýningin hjá Listafelagnum givið afturljóð í føroyska listaheiminum og hevur givið royndum, eins og óroyndum listafólki, møguleikan at sýna fram nýggjastu verk síni.

 

Listakvinnan Alda Mohr Eyðunardóttir er í ár kurator av sýningini, ið berur heitið SPRUTT, og tykist hendan at vera spennandi og nakað øðrvísi enn tær, ið hava verið frammanundan. Alda hevur valt út nøkur listafólk at luttaka, og hevur hon sostatt sett saman eitt víðfevnt toymi av listafólki, ið hvør sær fáast við sera fjølbroytta list.

 

Fernisering verður á Listasavninum tann 28. juli klokkan 15, og vit hava tosað Lailu Mote, ið er eitt av listafólkunum, ið skal sýna fram á ólavsøkuframsýningini.

 

Hvat slag av list hevur tú við í sýningini í ár?

 

– Eina installation, sum inniheldur leirskulpturar og videografikk.

 

Er nakar serligur boðskapur ella ávíst evni, ið verður viðgjørt við verkinum?

 

– Installatiónin er ein tulking av myndunum, sum hava floymt okkara talgildu skíggjar seinastu 9-10 mánaðirnar. Ein endurspegling av diskriminatiónini, fremmandagerðini, kúganini og tí sálarliga- og kropsliga harðskapinum, palestinarar hava livað undir í fleiri áratíggju.

 

– Motivini í verkunum stava frá tí at vitna menniskju, ið verða handfarin verri enn djór, og íblásturin her hevur verið eitt brot úr sanginum ”A Matter of Habit” eftir Izhar Ashdot: "... They're just objects and shadows, not women and men. Learning to kill is a natural thing..." Lagið er ein kritikkur av ísraelska herinum. Ein dehumanisering, sum stendst av at objektivisera menniskju. Hvat er man í eygum teirra, sum útinna slíka gerð ímóti øðrum? Ein lutur? Ein skuggi? Ein vera?

 

Hvussu er at vera við í ólavsøkuframsýningini?

 

– Tað hevur verið sera gevandi. Serliga tí verkini eru skapt parallelt við jøvnum samrøðum og týdningarmiklum reflektiónum saman við listakvinnuni Aldu Mohr Eyðunardóttir, sum er kurator.

 

Hvat gleðir tú teg serliga til at uppliva ísv. sýningina?

 

– Eg gleði meg serliga nógv til at síggja kurateringina í ár, sum verður rættiliga ørðvísi, enn hvat man er vanur at síggja á ólavsøkuframsýningini. Fleiri rúmlig elementir (arkitektonisk, lutir, tilfar) og umrøðuevni ganga aftur ígjøgnum alla framsýningina.

 

– Eg vænti, at hendan integratiónin við listaverkum, rúmum og tema, koma at skapa eina samanhangandi heildaruppliving fyri hyggjaran, har listaverk, menniskju og bygningur interagera við hvørt annað.