Ólavsøkuframsýning við Kára Svensson

Á ólavsøku letur framsýning við Kára Svensson upp í Gallarí Havnará. Kári er ein av okkara mest virdu listamonnum, og hansara listaverk endurnýggja klassiska landslagið í abstraktum formi, har pensilin fer leikandi eftir løriftinum.

 

Listaverkini siga okkum frá hansara egnu upplivingum av náttúruni, har veðrið skjótt broytist frá mjørka, sól, stormi og regni.

 

Fernisering verður hósdagin 27. Juli kl. 14-18, og framsýningin er opin til og við 31. juli.

 

Opið verður soleiðis:

 

Hósdagin 27. juli: kl. 16.00 - 18.00

 

Fríggjadagin 28. juli: kl. 14.00 - 20.00

 

Leygardagin 29. juli: kl. 14.00 - 20.00

 

Sunnudagin 30. juli: kl. 14.00 - 18.00