Fríggjadagin letur Jórunn Dánialsdóttir upp framsýning við handbroderaðum kompositiónum á vadmal, og myndum úr ymsum tilfari.
Tilsamans eru eini 20 verk tilsamans umframt annað listahandverk á framsýningini, sum er í kommunalu miðlonini í gamla Kommunuskúlagarði á Vaglinum alla ólavsøkuna og restina av juli mánaði.