Ólavsøkan: Eru til reiðar við hjartastartara og heftiplástri

Tá ið neyðin er størst á ólavsøku, er væl trúligt, at hjálpin eisini er nær.

Alla ólavsøkuna fara einir 20 vælútgjørdir samarittar at patruljera runt í miðbýnum í Havn við ryggsekki á bakinum, til reiðar at hjálpa fólki, sum koma illa fyri av onkrari orsøk.

 

Steinbjørn V. Olsen, sum samskipar arbeiðið hjá samarittunum, sigur, at teir fara til arbeiðis í annaðkvøld tá ið ólavsøkukonsertin byrjar í Tórsgøtu.

 

- Í annaðkvøld arbeiða vit frá klokkan 20 til klokkan fýra sunnumorgunin.

 

Ólavsøkuaftan og ólavsøkudag arbeiða vit frá frá 18 á kvøldi til seks á morgni.

 

Hann sigur, at er okkurt áfatt, og brúk er fyri samarittum, fæst fatur á teimum við at ringja til løgregluna, sum teir eru í tøttum samstarvi við.

 

- Vit eru eisini í tøttum samstarvi við Landssjúkrahúsið og portørarnar, leggur hann afturat.

 

Høvuðsstøðin hjá samarittunum er í hølunum hjá Reyða Krossi í Vágsbotni.

 

- Hinvegin fara vit at patruljera runt í miðbýnum, frá Kongabrúnni, yvir í Skálatrøð og runt í miðbýnum, har fólkið savnast.

 

- Vit eru væl útgjørdur við hjartastartara, súrevni, ísposum, plástri, forbindingum og aðra útgerð til at viðgera smærri snuddir.

 

- Vit klára rættiliga nógvar viðgerðir á staðnum, men er tørvur á tíð, ringja við sjálvsagt eftir sjúktabilinum, sigur Steinbjørn V. Olsen.

 

Hann sigur, at samarittarnir hava nú verið í eini fýra ár, og tað skerst ikki burtur, at brúk er fyri teimum.

 

- Tað ólavsøkuna, vit høvdu mest at gera, viðgjørdu vit 186 fólk, sigur Steinbjørn V. Olsen.

 

- Tað, mesta, vit hava at gera, eru fólk, sum eru dottin, og skera seg, ella koykja fótin. Men vit hava eisini nógv arbeiði av fólki, sum eru deyðdrukkin.

 

Á støðini hjá samarittunum í Vágsbotni, hava tey eisini umstøður at hava seks fólk liggjandi, sum hava brúk fyri tíð, eitt nú fólk, sum eru deyðdrukkin.

 

- Men er nakað ivamál, ringja vit sjálvandi eftir sjúkrabili og fáa tey undir læknahond, leggur hann afturat.

 

Tað eru fólk í øllum aldri, sum samarittarnir fáa upp í hendurnar.

 

- Ein nokk so vanligur trupulleiki er, at fólk verða illa fyri undir av at standa leingi still undir midnáttarsanginum, sigur samaritturin.

 

Av tí at samarittarnir eru til í býnum, ger tað arbeiðið hjá løgregluni og Landssjúkrahúsinum munandi lættari.

 

- Vit fáa tikið okkum av tí allarmesta. Tað sleppa løgreglan og Landssjúkrahúsið frá  at hugsa um, tey kunnu ístaðin brúka orkuna upp á teir tilburðirnir, sum eru so mikið álvarsligir, at vit ikki makta tað, sigur Steinbjørn V. Olsen.

 

Útbúgvingin sum samarittar er ein serstøk útbúgving.

 

- Arbeiðið hjá samarittunum er sjálvboðið. Tað kostar at hava okkum til arbeiðis, men Reyði Krossur fær alla inntøkuna, so sjálvi fáa vit ongan vinning, sigur Steinbjørn V. Olsen.

 

Myndin er av eini venjing hjá samarittunum, har ein blaðungur drongur hevur brúk fyri hjálp.