- Ja, eg fari á ólavsøku. Tað er torført at taka burtur úr rúgvuni, hvat mest áhugavert er við ólavsøkuni.
Tað sigur Bjørn Patursson.
- Fyri meg er ólavsøkan í sær sjálvum neyðug. Tá hava fólk frí og hava stundir til at hugsa seg um eina løtu. Prát og tankar fara aftur á gamlar dagar, og vit løða upp til framtíðina.
Bjørn sigur, at hann fer altíð til kappríðing í Marknagili, har hann plagar at taka eina hond í, nú hann ikki ríður sjálvur longur.
- Eg fari annars til ymisk tiltøk í býnum, og sum heild haldi eg, at ólavsøkan er nógv broytt - til tað betra, sigur Bjørn Patursson.
Myndina eigur Jógvan á Dul.