Ólavsøka 2013 víst á TV3

Danskt sjónvarpslið hevur gjørt upptøkur, sum snúgva seg um trygdina á ólavsøku

Mikukvøldið klokkan 20.00 verður ein serstøk sending um ólavsøkuna 2013 á donsku sjónvarpsrásini TV3.

 

Sendingin er tikin upp í døgunum 27.juli til 29. juli, tá eitt danskt filmslið var á ólavsøku samvn við samarittinum hjá Reyða krossi, og eitt annað filmslið var fylgdi løgregluni.

 

Sendingin gevu innlit í stóra trygdararbeiðið, sum ferð fram á ólavsøku.

 

Í ár høvdu føroyskir samarittar vitjan úr Danmark, sum vóru sera ovfarnir av tí serstakliga góða samstarvið sum er millum sløkkilið, sjúkraflutningstænastuna, løgregluna og samarittarnar. Hetta er nakað, teir vilja taka við sær aftur til Danmark.