Olav Enomoto og Jaspur Vang á ting

Varatingmenn hjá Johan Dahl og Bárði Nielsen verða ávikavist Olav Enomoto úr Vestmanna og Jaspur Vang á Tvøroyri

Nú Bárður Nielsen og Johan Dahl fara í landsstýrið, koma Jaspur Vang og Olav Enomoto á ting
Báður Nielsen fekk eitt sera gott persónligt val í Norðstreymoyar valdømi á valinum 20. januar. Hann fekk heilar 357 atkvøður. Næstur á listanum var Olav Enomoto, sum við 78 atkvøðum er næstur ? og fær hann tí sæti á tingi so leingi Bárður Nielsen er landsstýrismaður.
Johan Dahl var við 245 persónligum atkvøðum fyrstur á sambandslistanum í Suðuroy. Næstur honum er Jaspur Vang við 174 atkvøðum, og verður hann løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin í Suðuroy so leingi Johan Dahl er fiskimálaráðharri.