Olaus Jespersen verður aðalstjóri í mentamálaráðnum fyribils Olaus Jespersen er fyribils settur aðalstjóri í Mentamálaráðnum.
Vágaportalurin skrivar, at Olaus Jespersen røkir starvið frá 1. september, til nýggjur aðalstjóri verður settur í mentamálaráðnum.
Olaus er deildarstjóri fyri fólkaskúladeildina í mentamálaráðnum, og hann hevur starvast í mentamálaráðnum síðani 1986.