Olaf vann á Ólavi

Fyrsta umfarið í FM í talvi fyri einstaklingar var á skránni ídag. Havnar Telvingarfelag er vertur, og tað verður telvað í Argja skúla.

Teir báðir, sum eiga hægstu styrkistølini, brustu saman longu í fyrsta umfari, og tá eydnaðist tað Olaf Berg, sum eigur hægsta talið, við svørtum at vinna á Ólavi Simonsen.

Merkisvert var tað, at í trimum førum vunnu teir, sum sótu við svarta fólkinum, og at tað í tveimum førum vóru teir, sum eiga lægra styrkistalið, sum vunnu. Finnbjørn Vang, sum eigur lægsta styrskistalið av øllum, vann á Herlufi Hansen, og Høgni Egilstoft Nielsen vann á Hans Kristiani Simonsen.

Carl Eli Nolsøe Samuelsen vann við hvíta fólkinum á Hanusi Brekku, og talvið millum Eyðun Nolsøe og Martin Poulsen endaði javnt.

Úrslitini í dag:

Herluf Hansen-Finnbjørn Vang 0-1

Carl Eli Nolsøe Samuelsen-Hanus Brekká 1-0

Hans Kristian Simonsen-Høgni Egilstoft Nielsen 0-1

Eyðun Nolsøe-Martin Poulsen 1/2-1/2

Ólavur Simonsen-Olaf Berg 0-1

Annað umfar verður í morgin, tá ið fyrstu leikirnir verða fluttir klokkan 14.00.

Næstu dagarnar verður telvað hvønn dag, og 9. og síðsta umfar verður telvað næsta leygardag, sum er páskaaftan.

2. umfar sunnudagin klokkan 14.00: Finnbjørn Vang-Olaf Berg, Martin Poulsen-Ólavur Simonsen, Høgni Egilstoft Nielsen-Eyðun Nolsøe, Hanus Brekká-Hans Kristian Simonsen og Herluf Hansen-Carl Eli Nolsøe Samuelsen.

Styrkistølini undan kappingini

Olaf Berg 2272

Ólavur Simonsen 2201

Martin Poulsen 2194

Carl Eli Nolsøe Samuelsen 2162

Eyðun Nolsøe 2152

Hans Kristian Simonsen 2104

Høgni Egilstoft Nielsen 2072

Herluf Hannsen 2032

Hanus Brekká 2026

Finnbjørn Vang 2022