Olaf Johannesen vann fyri løtu síðani eina Robert-virðisløn fyri besta hjáleiklut í sjónvarpi. Hesa stóru virðisløn vann hann fyri leiklutin sum forsætisráðharri í donsku spenningsrøðini hjá Danmarks Radio, Forbrydelsen.
Olaf Johannsen var ikki til staðar, tí hann er í Týsklandi í arbeiðsørindum, har hann hevur leiklutin sum Per Gynt.
Eisini Sofie Gråbøl, sum millum annað er kend fyri føroysku Guðrun&Guðrun-troyggina í somu sjónvarpsrøð, vann eisini ein Robert.
Sjonleiakrin Trine Pallesen tók ímóti virðislønini fyri Olaf Johannesen
Meira sæst á TV2