Føroyski sjónleikarin Olaf Johannesen heldur á at gera um seg í Danmark.
Í fjør varð hann heiðraður við Reumert-heiðurslønina fyri ársins mannliga sjónleikara fyri ikki færri enn tríggjar av sínum framførslum. Reumert-heiðurslønin er hægsti heiðurin innan sjónleikarayrkið í Danmark.
Aftur í ár er hann tilnevndur, hesa ferð í tveimum ymiskum bólkum. Hann er tilnevndur sum ársins mannligi høvuðsleikari fyri leiklut sín sum Puntila í Kongatlia Teatrinum. Harumframt er hann tilnevndur fyri ársins leik fyri Topmøde for de mest deprimerede á Teater Republique.
Olaf Johannesen er ikki heilt ókendur við Reumert-heiðurslønina. Hann hevur fingið hendan heiðurin tríggjar ferðir tilsamans, í 2008 fyri ársins leik (Et Drømmespil), í 2010 fyri ársins leik (Richard III) og í 2015 fyri ársins mannliga høvuðsleiklut í Samtale før Døden, Mefisto og Heksejagt.