Olaf syrgdi við perlumáli fyri sigrinum

Tað er framvegis spenningur um samlaða úrslitið, eftir at úrslitið í kvøld var 1-0 til Víking, sum misnýtti fleiri stórar málmøguleikar

Víkingur vann í góðveðrinum í kvøld í Conference League 1-0 ímóti Europa úr Gibraltar. Málið skoraði Olaf Bárðarson seks minuttir eftir steðgin. Olaf Bárðarson átti 1-0 málið mest sum einsamallur. Hann setti ferð á fram í vinstru, sneiddi framvið mótstøðumanni og rann frá øðrum, áðrenn hann varð skumpaður um koll út frá brotsteigarsamankomingini í vinstru.

 

Og tað var Olaf Bárðarson sjálvur, sum tók sær av frísparkinum. Hann sendi bóltin omanfyri manngarðin, og bólturin tók stólpan heilt uppi í nærra málkrókinum, áðrenn hann fór í netið.

 

Fyrri hálvleikur var lítið sannførandi, og víkingarnir megnaðu ongantíð leikliga støðið, sum teir higaratil í ár hava megnað í heimligu landskappingini.

 

Tað var ongantíð rætti friðurin yvir álopsspælinum, og hóast gestirnir ikki vístu seg at vera serliga sannførandi, so lúrdi møguleikin heilt til síðsta bríksl, at tað kundi enda við javnleiki.

 

Seinna partin av 2. hálvleiki vóru nógvar støður, sum kundi borið størri heimaleiðslu við sær. Gunnar Vatnhamar stútaði eftir horna úr vinstru og úr stuttari fjarstøðu, men tá ið bólturin var á veg í málið, bjargaði ein av verjuspælarunum á málstrikuni, og Arnbjørn Svensson spældi seg snilt og við tvær ferðir eitt tvey samanspæli í fína støðu, men tað eydnaðist akkurát ikki at fáa skot á.

 

Og so vóru tað tríggjar støður, tá ið víkingarnir mest sum stóðu í bíðirøð fyri at skjóta mál. Størsti misnýtarin var Sølvi Vatnhamar, sum tað mesta av tíðini í kvøld kendist vera skeivt upp á bein. Hann sneiddi seg leysan, men mitt fyri málinum valdi hann at trilla bóltin upp á tvørs, heldur enn at royna ímóti málinum, og so var møguleikin burtur.

 

Tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, sást tað á víkingaspælarunum, at teir vóru ikki heilt nøgdir við úrslitið. 1-0 er ikki sannførandi sigur at hava við sær suður á iberisku hálvoynna, men tað eigur at vera møguleiki fyri, at Víkingur eisini fer at vinna í Gibraltar og harvið fer at spæla seg víðari í kappingini.

 

 

 

Víkingur – Europa Gibraltar 1-0 (0-0)

 

1-0: Olaff Bárðarson 51.

 

Dómarakvartett úr Svøríki: Kristoffer Karlsson, Max Robin Wilde, Per Rhenlund og Fredrik Klitte (4. dómari)

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Arnbjørn Svensson (Andreas Lava Olsen, 66.), Géza Dávid Turi, Noah Mneney, Olaf Bárðarson (Ari Olsen, 74.) – Sølvi Vatnhamar, Jákup Johansen (Ingi Jonhardsson, 74.)

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Hans Jákup Arngrímsson, Signar á Brúnni, Martin Klein Joensen, Finnur Justinussen