Olaf sleppur ongan veg

Betri deildin menn: Olaf Bárðarson skjýtur eisini málini komandi kappingarár fyri Víking

Ungi og evnaríki U21-landsliðsspælarin hjá Víkingi, Olaf Bárðarson, hevur longt sáttmálan við Víking. Talan er, eins og við Geza Dávid Turi, um ein tvey ára sáttmála.

 

Olaf Bárðarson avgjørdi U21-landsdystin móti Andorra fyri kortum. Hann kom sum eitt skot á føroyska fótbóltskortið sum heilt ungur og byrjar nú av álvara seta seg ígjøgnum.

 

Sostatt hevur Víkingur longt sáttmálan við tveir av evnaríkastu og helst mest umbidnu spælarunum í hópinum. Báðir hava givið til kennar, at teir hava eitt mál um at spæla yrkisfótbólt í framtíðini og søgan sigur, at feløg í Føroyum eisini hava víst hesum báðum áhuga.

 

Víkingur hevur ikki staðið í vegin fyri Noah Mneney og Gunnari Vatnhamar, tá teir skiftu fyri kappingarbyrjan í ár. Tí er hugsandi, at Víkingur, Geza Dávid Turi og Olaf Bárðarson hava okkurt slag av avtalu um ein framtíðarskifti til útlandið.

 

Víkingur bleiv nummar tvey í landskappingini í ár og skal spæla í Evropa komandi kappingarár.