Øll kunnu vera óheppin, tá illa vil til. Tað kann ein samveldiskanslari eisini.
Týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz, átekur sær fyribils ongar almennar uppgávur.
Týskir miðlar vita at siga, at kanslarin hevur verið fyri einum ítróttaróhappi, sum tey rópa tað.
- Hann hevur tað ikki so gott, og tíverri noyðist hann at avlýsa allar avtalur - eisini ætlaðu vitjanina í Heringen í Hessen.
Tað upplýsir floksfelagi hansara, Michael Roth, og tað er tíðindamiðilin, Frankfurter Rundschau, sum ber hesi tíðindi.
Eftir ætlan skuldi Olaf Scholz um vikuskiftið verða við í hátíðarhaldi - júst í samband við, at Michael Roth hevur sitið 25 ár í samveldisdegnum.
Haraftrat hevði kanslarin fleiri aðrar almennar uppgávur hetta vikuskiftið.
Ein talskvinna fyri týsku stjórnina upplýsir fyri T-Online, at hin 65 ára gamli var óheppin, tá hann var úti og vandi.
- Hann datt á joggingtúrinum og fekk skaðar í andlitið. Tískil noyðist hann at útseta sínar avtalur teir næstu dagarnar, sigur talskvinnan.