Góði fiskiskapurin undir Føroyum kemur allari ísfiskavinnuni, virkjunum á landi og samfelagnum sum heild til góðar.
Tað vísir seg nevniliga, at fiskiskapurin seinastu árini hevur verið meira støðugur enn annars. Og tó; tað er nú einki óvanligt, at tað gongur væl nøkur ár og minni væl onnur ár. Í skriftini lesa vit um sjey feit ár og sjey rakár. Í vinnuni eru árini viðhvørt fleiri, onnur ár færri ? bæði í upp-og niðurgongd.
Tó halda summi, at fiskiskapurin seinastu árini hevur verið líka sum meira støðugur enn fleiri undanfarin ár.
Og hvør kann so orsøkin vera til tað?
Alt gitingar
Lítil ivi man vera um, at sjálvt veiðitrýstið á fiskastovnarnar avgerð bert ein part av allari gongdini. Ikki minni týdning hava vakstrarlíkindini hjá fiskinum, sum kemur undan, tá ið gýtt er. Er nógv í ?haganum?, spyrst lítið burtur úr, um einki er at eta ? og tá kemur heldur einki undan.
Onkur hevur róð uppundir, at trolfríu økini og útihýsingin av ídnaðarskipunum undir Føroyum kunnu hava havt sín týdning fyri tann ?stabilitet?, sum nú vísir seg at vera.
- Men hetta eru alt gitingar, heldur Olaf Olsen, sum er reiðari á átta trolarum.
Hann vísir á, at økir verða ?permanent? friðað, onnur sum verja fyri gýtingarfiskiella ungfiski, og reglur verða settar um størri meskavíddir. Á henda hátt ber til at stabilisera veiðina, um fyritreytirnar í havinum annars eru í lagi.
- Hvat av øllum hesum hevur størst týdning, er torført at siga, tí tað veit ivaleyst eingin við vissu, heldur reiðarin.
Friðaðu økini
Olaf Olsen sigur tó, at hann hevði ikki mælt til at latið tey trolfríu økini uppaftur, tí tey kunnu saktans hava havt sín týdning.
- Ymiskt er, hvønn týdning tey ymisku verndartiltøkini kunnu hava, tí fiskasløginieru ymisk. Summi eru meira viðbrekin enn onnur, eitt nú tey á djúpum vatni, sum nørast og veksa seint, sigur Olaf Olsen.










