Føroyski sjónleikarin Olaf Johannessen, sum er viðstovnari av Leikhús Skift, er á fjóðra sinni persónliga nomineraður til ein Reumert.
Ársins Reumert er ein virðisløn, sum verður latin í danska sjónleikaraheiminum.
Í 2018 fekk Olaf Johannesen Heiðurs-Reumertin.
Í ár eru Olaf Johannessen og Jens Albinus í felag nomineraðir fyri mannliga høvðusleiklutin fyri tvíbura leiklutin í Det Store Stilehæfte á Husets Teater. Hetta er fyrstu ferð, at tveir leikarar í felag eru nomineraðir til virðislønina.
Leikurin Det Store Stilehæfte er hartil nomineraður til prísin fyri Ársins leik.