Olaf Johannessen fingið danska virðisløn

Føroyski sjónleikarin Olaf Johannessen hevur í dag fingið eina ta størstu viðurkenningina í donskum sjónleiki.

- Hetta er ein stórur heiður, sigur hann. Hann hevur saman við Paprika Steen fingið Lauritzen-virðislønina, sum samanlagt er ein hálv millión krónur.

Tey bæði skulu býta virðislønina sína millum.

Í grundgevingini fyri, at Olaf Johannessen skuldi hava virðislønina, segði ummælarin Rikke Rottensten, at Olaf Johannessen er ein modernaður sjónleikari, sum framvegis dugir at spæla klassiskt teater.

- Olaf dugir at spæla klassiskan sjónleik - hann kann spæla tað absurda, tað abstrakta-modernaða, og seinast hevur hann víst framúr evni í elegantum skemtileiki, segði Rikke Rottensten.

Olaf er sera fegin um heiðurin, sum hann sigur hava stóran týdning fyri umdømi sítt.

- Hetta er ein sera stórur heiður, sigur hann.