Ein dómsnevnd hevur nú tikið avgerð um, at Olaf Berg úr Havnar Telvingarfelag fær virðislønina fyri vakrasta talvið í FM-einstaklingakappingini í talvi á páskum, skrivar Talvsambandið í tíðindaskrivi. Olaf fær virðislønina fyri talvið, sum hann við hvíta fólkinum vann á svianum Drazen Dragicevic í fyrsta umfari.
Dómsnevndin hevði sjálv fýra talv í uppskoti til virðislønina. Umframt talvið millum Olaf og Drazen var hugt at talvinum, sum Hans Kristian Simonsen vann á Carsten Høi, talvinum, sum Helgi Dam Ziska vann á Hans Kristiani Simonsen og talvinum, sum Luitjen A. Apol vann á Leif Reinert Fjallheim.
Niðurstøðan er, at sigurin hjá Olafi á svianum, sum gjørdist nummar tvey í kappingini, er hitt besta. Talan er um fínt posisjónstalv við hegnisligum taktiskum vendingum. Teldan viðurkennir nærum allir leikir hjá Olafi sum teir bestu í støðuni.
Olaf var javnur á øðrum plássi við Hans Kristian Simonsen í meistarabólkinum í sjálvari FM-kappingini á páskum. Tveir av útlendsku gesttelvarunum endaðu kortini fremri enn Olaf og Hans Kristian , men aftanfyri Helga Dam Ziska, sum vann bæði altjóða kapping og FM-heiti.
Olaf Berg hevur tvær ferðir verið føroyameistari fyri einstaklingar - í 2010 og 2013.
Talvið:
Hvítur: Olaf Berg
Svartur: Drazen Dragicevic
1. e4, c5 2. Rif3, Ric6 3. Bb5, g6 4. Bxc6, dxc6 5. 0-0, Bg7 6. d3, Rif6 7. Ric3, Rid7 8. Be3, e5 9. Fd2, Fe7 10. a4, Rif8 11. a5, Rie6 12. Ria4, Rid4 13. Rixd4, cxd4 14. Bh6, 0-0 15. Bxg7, Kxg7 16. f4, Rb8 17. b4, b6 18. axb6, axb6 19. c4, exf4 20. Fxf4, Bd7 21. c5, bxc5 22. Rixc5, Rxb4 23. Ra7, Rd8 24. Fc7, Fxc5 25. Fxd8, Fxa7 26. Fe7, Kh6 27. Ff8+, Kh5 28. Fxb4, Be6 29. h3, c5 30. Fd2, Fc7 31. g4+, Kh4 32. Rf3, h5 33. g5, Bxh3 34. Rf4+, Bg4 35. Fh2+, Kxg5 36. Rxg4+. 1-0