Í gjárkvøldið var ein heiðursløn hjá Danske Teaterjournalister latin føroyska sjónleikaranum Olaf Johannessen. ”Teaterpokalen”, sum heiðurslønin kallast, er latin sjónleikarum í Danmark síðani 1934. Hetta skrivar Berlingske.
Hesaferð fekk Olaf Johannessen heiðurin fyri sín leiklut í sjónleikinum ”Samtale før døden”, sum Adam Price hevur skrivað. Olaf Johannessen spælir í sjónleikinum nazisturin Adolf Eichmann, sum stílaði fyri jødatýningum undir seinna heimsbardaga.
- Olaf Johannessen er eitt listarfólk, sum tekur áskoaran á bóli – bæði á donskum og útlendskum sjónleikarpalli og í sjónvarpi, segði Anne Middleobe Christen, sum ummælir sjónleik í Informatión, tá ið hon handaði Olafi Johannessen heiðurslønina.
Umframt heiður og silvurskál fekk Olaf Johannessen eina peningagávu á 50.000 krónur.