Týsdagin 1. apríl tók Olaf í Garði Joensen sætið á løgtingi fyri Tórbjørn Jacobsen, sum er í farloyvi. Næsti á listanum hjá Tjóðveldisflokkinum í Eysturoynni, Hallbjørg Hansen, boðaði frá at henni bar ikki til at møta, og bað hon um, at næstvaldi eftir hana tók sæti í tingi. Tað var Olaf í Garði Joensen á Eiði. Olaf er føddur og uppvaksin á Eiði, hann lærdi til maskinsmið á Tórshavnar Skipasmiðju frá 1977-81, síðan gekk hann á maskinskúla. Frá 1983-85 sigldi hann við skipum hjá Strandferðsluni. Seinastu 14 árini hevur hann arbeitt sum maskinmaður hjá SEV. Til seinasta løgtingsval fekk hann 157 persónligar avkvøður í Eysturoynni. Tjóveldisflokkurin fekk 141 atkvøður á Eiði, sum er søguligt met. Olaf er giftur við Eddu, f. í Geil, úr Skálvík, og eiga tey tvær døtur.