Olaf fekk blómur í Sortland

Nýggja frystiskipið Hólmafoss, sum Eimskip eigur, var mánakvøldið í Sortland í Noregi eftir farmi. Skipið fekk góða móttøku Hólmafoss var í Sortland eftir frystum fiski, og meðan skipið lá har, komu umboð fyri býráðið og havnarmyndugleikarnar umborð at ynskja reiðarínum og skiparanum tillukku við nýggja skipinum.

Skipari á Hólmafoss er eiðismaðurin Olaf Kruuse, og hann fekk eitt blómutyssi frá formanninum í havnarnevndini, Fred Reinsnes, skrivar blaðið Vesterålen.

Hólmafoss er frysti- og bingjuskip. Skipið er 82 metrar langt, 16 metrar breitt og merkt 2500 tons. Ferðin er 16 míl. Skipið kann ferma og lossa 200 tons um tíman, og pláss er fyri 1.800 plattum í lastini og 14 40-fót bingjum á dekkinum. Skipið hevur síðuportur.