Olaf er - kortini - ikki sum hini

- Tað var gott at fáa at vita, at tað er ein vón fyri tey við Aspergers syndromi. Tað gevur okkum eina vón fyri framtíðina, sigur Katrin Ósá í Klaksvík!
Fyrr í vikuni var skeið hildið um sjúkuna empati-órógv. Millum áhoyrarnar var Katrin, sum eigur ein 12 ára gamlan son við hesum brekinum.

Ein sært tað beinanvegin á hesum børnunum, at okkurt er sum tað ikki eigur og skal vera.
Í barnagarði og í skúlagarði skilja tey seg burturúr mongdini av øðrum børnum, hóast tey so avgjørt hava sínar gávur og hava góð evni.
Trupulleikin hevur verið, at okkurt er áfatt við hesum børnunum. Men samstundis hevur ikki verið lætt at seta orð á, hvat  bagir teimum.
Hetta royndi Økisdepilin fyri psykiatri at fáa sett hol á, við vitjanini av einum serstakliga dugnaligum svenskum professara. Fyrr í vikuni helt hann skeið fyri starvsfólkum og avvarðandi innan hetta økið.
Millum áhoyrararnar vóru eisini foreldur at børnum, sum hava nógv av hesum eyðkennum men onga diagnosu. Og eisini foreldur sum hava børn við hesum eyðkennum og sum hava fingið staðfest sína diagnosu.
Millum áhugaðu áhoyrarnar var Katrin Ósá úr Klaksvík. Hon er mamma ein drong sum hevur fingið diagnosuna Aspergers Syndrom. Og hon var sera fegin um hetta tiltakið:
- Framløgan var sera áhugaverd. Og so var tað eisini gott at síggja og uppliva, at vit eru fleiri í somu støðu.
- Ein følir seg kanska ofta einsamallan við hesum, men tað er ikki neyðugt longur, sigur hon.
 
Varhugi og diagnosa
Fyri 12 árum síðani gjørdist Katrin Ósá mamma til tann nú 12 ára gamla drongin Olaf.
Sum hann vaks til, var komið fram til at hesin góði Olaf ikki var sum aðrir dreingir.
- Ja, vit høvdu leingi ein varhuga av, at hann var øðrvísi enn javnaldrar hansara.
- Fyri tveimum árum síðani fingu vit so staðfest diagnosu hansara. Fyrst hildu tey at hann hevði DAMP, men nú varð tað altso til Aspergers syndrom, greiðir Katrin frá.
Hóast tey nú fingu at vita hvat brek sonurin leið av, so vóru hetta bæði eini gleðiboð og eini sorgartíðindi at hoyra.
Nú var so umsíðir staðfest, hvat soninum bilti!
 
Í vanligum skúla
At Olaf hevði diagnosuna Aspergers Syndrom vísti seg uppá ymiskar mátar í lívinum hjá hesum unga klaksvíkinginum.
Hann breyt kortini neyvan nógv frá øðrum menniskjum í somu støðu sum hann: Aspergers syndrom er nevniliga ein mildur formur av autismu.
Felags fyri nógv av hesum menniskjum er, at tey hava eitt mál og tey kunnu tosa. Og tey eru eisini vitug.
Men við Olafi var tað eins og tað var hjá so mongum øðrum í somu støðu sum hann: Tey fungera ikki sosialt.
Tey vilja fegin hava vinir, men duga ikki so væl við teimum, tí hesi duga líkasum ikki at avlesa tey, sum tey eru saman við. Tey hava trupult at seta seg inn í, hvat onnur bæði hugsa og føla. Haraftrat eru tey sera ego-centrisk.
- Men hesi eyðkennini forða tó ikki Olafi í at ganga í vanligum skúla her í Klaksvík, greiðir mamman frá.
 
Ikki einsamallur
Í dag gongur 12 ára gamli Olaf í 5. flokki í Ósáskúlanum. Her hevur hann 15 tímar um vikuna í eini serstovu, og hevur haraftrat ein stuðul í 15 tímar eftir skúlatíð.
Saman við hesum stuðli er Olaf við í ymiskum frítíðarvirksemi í býnum: Hann er við í skótunum, eins og hann svimur og ríður á hestbaki. Stuðulin hjálpir honum eisini við heimaarbeiðinum hjá skúlanum.
Katrin er sannførd um, at var ikki møguleiki fyri hesum stuðlinum rundan um sonin, og vóru ikki hesi ymisku tilboðini, so hevði hann helst verið sera inaktivur í dag.
- Sjónvarpið og teldan eru nógv nýtt av hesum persónunum, men neyðugt er kortini at fáa tey út millum onnur fólk í samfelagnum.
- Á henda hátt er Olaf ikki einsamallur, staðfestir mamman.
 
Betri í framtíðini
Katrin er útbúgvin sjúkrasystir, og hevur tí altíð havt áhuga fyri at fylgja við øllum tí, sum hevur við hetta serstaka brekið at gera.
Hon hevur verið á fleiri skeiðum, og er haraftrat limur í føroyska felagnum fyri autistar. Her hevur hon so havt møguleika at hitta onnur avvarðandi í somu støðu sum hon.
Hon var tí sjálvandi við á skeiðnum, sum Økisdepilin fyri psykiatri skipaði fyri í vikuni.
Tað er nevniliga ikki á hvørjum degi at ein hevur høvið at hoyra ein so væl lærdan og royndan mann sum henda svenska professaran Christoffer Gillberg.
- Eg haldi, at hann dugdi ómetaliga væl at greiða frá øllum sum hevði við empati-órógv at gera, sigur Katrin.
Serliga hefti hon seg við útsagnirnar um, at hesi menniskjuni hava góðar møguleikar fyri at gerast betri og fungera betri í framtíðini.
 
Vón fyri framman
Sum foreldur hugsar ein altíð nógv um børn síni. Og tað ger Katrin eisini.
- Vit fingu á skeiðnum líkasum eina vón um, at tað verður betri seinni. At fáa slíkt at vita frá einum manni við so stórum royndum, hevur nógv at siga.
- Tað er altíð gott at vita, at tað er ein vón, og at ein tí kann síggja meiri positivt uppá framtíðina, sigur Katrin.
Á skeiðnum fingu tey eisini at vita, hvussu ein sum avvarðandi skal vera mótvegis hesum menniskjunum, m.a. arbeiðið við at bróta vanar teirra.
- Vit skulu ikki geva teimum loyvi til at verða so fastlæst í teirra mynstri. Vit skulu eisini fáa tey út úr teirra rutinu.
- Men hetta skal gerast í smáum varliga og í stigum. So verður úrslitið eisini tað besta, sigur Katrin.
 

FAKTA um Aspergers
Persónar við Aspergers syndromi og autismu hava eingi likamlig tekin um sjúkuna, men verða fyri tað mesta mett av øðrum sum øðrvísi. Hetta sæst eisini aftur í teirra máta at vera saman við øðrum, hvussu ítøkiligt tey hugsa, tosingarlagi, stóra áhuga teirra fyri serstøkum økjum og mørk teirra fyri logikki og systematikki, fram um at tosa um kenslur og bleyt virðir.
Í Danmark finst Aspergers Ressource Center sum er ein privat fyritøka, sum ynskir at hjálpa fólki við Aspergers syndromi ella autismu, soleiðis at tey fáa bestu líkindi at virka undir og menna seg.
 
 
Fakta um  autismu
 
Nøkur eyðkenni fyri fólk við autismu:



  • Avmarkað eygnasamband, andlitsbráð og vælkoma, tá ein spælir við tey

  • Søkja sjáldan troyst hjá móður og faðir

  • Taka sjáldan stig til samband ella spæl við onnur

  • Reagera sjáldan mótvegis øðrum við kenslum so sum sorg og gleði

  • Seinkað ella tørvandi menning av talumáli

  • Reagera sjáldan mótvegis boðum frá øðrum

  • Trupulleikar at byrja ella fasthalda eina samrøðu

  • Serstøk áhugamál, har persónur allatíðina er upptikin av somu tingum, handlingum og hugsanum

  • Knýta seg nógv til ein einstakan lut, t.d. eina sofu

  • Gera altíð tað sama á ein ávísan hátt ella í ávísari raðfylgju

  • Slá høvdið inn í veggin og skríggja um broytingar koma í