Olaf Johannessen er fleiri ferðir heiðraður fyri síni avriki á palli, og nú hevur blaðið Berlingske enn einaferð givið føroyska sjónleikaranum í Danmark eitt herðaklapp.
Í einari samanumtøku av 2014 í donskum sjónleiki verða tey bestu avrikini og bestu leikirnir drignir fram.
Berlingske heldur, at Olaf Johannessen er ársins sjónleikari. Hansara avrik í leikinum ”Samtale før døden” verður mett sum helst besta avrikið á palli í donskum sjónleiki farna árið.
Olaf Johannesen eisini vann ársins Teaterpokal fyri leiklutin í hesum leiki, ið snýr seg um nazistin Adolf Eichmann.