Olaf enn ikki sæð "Forbrydelsen III"

Føroyski Olaf Johannessen er hvønn sunnudag at síggja í bestu senditíð hjá DR1, og er tað í leiklutinum sum Kristian Kamper í vælumtóktu sendingini "Forbrydelsen III".

 

51 ára gamli føroyingurin var eisini til "casting" til seinna umfar av sendirøðini, men tá eydnaðist honum ikki at fáa ein leiklut.

 

- Eg var ógvuliga fegin, tá ið tey søgdu, at eg hevði fingið ein leiklut í sendirøðini. Umsíðir, hugsaði eg, sigur Olaf Johannessen við EB.dk í kvøld.

 

Olaf Johannessen gjørdist ein sokallaður freelance sjónleikari í 2002, og síðani tá hevur hann roynt at fáa fleiri leiklutir í sjónvarpssendingum og filmum, men ikki fyrr enn Forbrydelsen III eydnaðist tað honum at fáa ein leiklut.

 

Hann sigur, at tað var torført at góðtaka, at hann í fleiri umførum ikki fekk nakran leiklut.

 

- Í byrjanini tók eg tað illa upp, og gjørdist keddur, tá ið eg ikki varð valdur. Eg hugsaði eisini, at eg kanska skuldi halda meg til sjónleik, og ikki sjónvarp, sigur Olaf við eb.dk.

 

Tó so vísti tað seg, at hansara vinfólk eisini høvdu havt ringar royndir, og tey eggjaðu honum í at halda fram við at leita.

 

Olaf hevur enn ikki sæð nakað av Forbrydelsen III. Júst nú er hann upptikin við at spæla sjónleik í Dusseldorf, og tí bíðar hann við at hyggja eftir sendingini.

 

- Tað verður sera løgið at síggja sendingina. Men eg havi til alla lukku fingið nógv rós frá fólki, sigur Olaf Johannessen.