Olaf Berg Grand Prix vinnari 2008

Finalan í Grand Prix kappingin í talvi varð avgreidd um vikuskiftið í hølum Havnar Telvingarfelags. Olaf Berg vann kappingina saman við Helga D. Ziska, og sostatt gjørdist Olaf Grand Prix vinnari 2008

Talv

 

Grand Prix kappingin í talvi er nú endaliga avgreidd eftir níggju drúgvar kappingar. Kappast hevur verið ymsastaðni runt um landið, har endað varð við einari finalu í høvuðsstaðnum. Finalan var skipað øðrvísi enn undanfarnu kappingar við at hava nýggju umfør, har hvør telvarin hevði 15 minuttir til talvið.

 

Olaf og Helgi vunnu finaluna

Hóast seinasta kappingin var ein finala, so var tað frítt hjá ørðum at luttaka, men teirra úrslit var ikki galdandi í samlaðu støðuni. Helgi D. Ziska, ið ikki hevur luttikið í Grand Prix høpi í ár, luttók tí helst bert av áhuga. Helgi fekk tó størri mótstøðu, enn hann hevur fingið í ørðum kappingum, hann hevur telvað í Føroyum seinastu tíðina, har hann mátti av við trýggjar javnleikir. Hetta var tó nóg mikið til at vinna kappingina saman við Olafi, sum somuleiðis telvaði trý jøvn og vann seks.

 

Olaf sannførandi

Olaf luttók fyri fyrstu ferð í Grand Prix kappingini í fjórðu kapping. Hetta var hansara seinasti møguleiki, um stig hansara skuldu galda í samlaðu støðuni. Longu tá vóru 18,3 stig upp til oddin, og tí var kravið av honum at vinna tað, ið vinnast kundi. Olaf gjørdi bart og vann fjórðu kapping einsamallur á fyrsta plássi. Eftir hetta vann Olaf fýra av fimm kappingum, sum gav eitt samlað úrslit á 34,3 stig, sum eru heili 5 stig framman fyri nærmasta kappinganeyta. Annað plássið fór til Ólav Simonsen, og triðja plássið fór til Torkil Nielsen.

 

Undirbólkar

Samlaða kappingin var eisini býtt upp í undirbólkar, ið vóru bólkaðir eftir ratingtølunum. Hesir vóru ávíkavist 2000-1750, 1749-1500, 1499-1250 og 1249-1001. Her vístu úrslitini eina bjarta framtíð fyri Sandavágs Talvfelag, har tríggir vinnarnir vóru úr Sandavági. Teir gjørdust ávikavist Rógvi E. Nielsen, Jónfinn Thomsen og Høgni E. Nielsen. Vinnarin í bólkinum 1249-1001 gjørdist Jóhan Hentze úr Havnar Telvingarfelag.

 

Bert tvey tiltøk eftir

Eftir eitt tað virknasta kappingarárið nakrantíð, eru bert tvey tiltøk eftir. Telvað verður 2. hvítusunnudag í Pállstovu, har FM-lið finalan fyri ung fer av bakkastokki.

Kappingarárið endar við einari steypakapping 17. mai í Gjáargarið, har øll liðini fara at telva um heitið, sum Klaksvíkar Talvfelag skal verja frá 2007. Seinni verður gallakvøld, har ársini telvari og annað skal finnast.