Óla Karl spennir seg út

Iveco lastbilarnir, sum hava verið í Føroyum í langa tíð, hava nú fingið nýtt umboð her á landi.
Tað er fyritøkan OK bilar í Hvalvík sum hevur yvurtikið IVECO umboðið.
 

Óla Karl Hansen, stjóri, sigur við in.fo, at hann hevur umboðað gravimaskinur í nógv ár, men at hann hevur hildið, at hann hevur manglað last- og kranabilar í virkinum fyri at fáa eina heild í.
 

- Nú IVCO stóð mær í boði helt eg at hetta var rætta tíðin at leggja afturat fyritøkuni, sigur hann.