Avgerðin um hvør skal verða vertur fyri OL í 2020 fellur í kvøld. Valið stendur millum Istanbul í Turklandi, Madrid í Spania og Tokyo í Japan.
BBC hevði fyri løtu síðan fólk áøllum trimum støðunum. Greitt var frá hvørjar fyrimunir og vansar tey ymisku boðini høvdu.
Úr Istanbul varð sagt, at býurin fyri einum lítlum hálvum ári síðani var favorittur at vinna, men at politiskur ófriður í Istanbul og borgarakríggið í Syria, sum hevur mark til Turkaland, hava gjørt støðuna verri. Eisini hevur gøla verið frammi um turkisk ítróttarfólk, sum hava dopað seg. Tað hevur heldur ikki hjálp upp á støðuna.
Úr Madrid varð serliga nógv tosað um fíggjarligu støðuna í landinum, sum er ring í løtuni. Hvussu skal ein býur, sum ikki hevur fíggjarliga styrki og viðrák kunna standa á odda fyri leikunum, verður spurt.
Tokyo verður mettur sum tann býurin, sum í núverandi líki er best egnaður til at hýsa leikunum. Fíggjarliga er Tokyo væl fyri og mett verður, at japanski býurin er væl bjálvaður til at fyrireika leikunum. Faktist so væl fyri, at tað Tokyo er næstan tað mesta óáhugaverda valið, verður sagt á BBC. Størsti vansin við Tokyo er kjarnorkuvanlukkan á Fukushima annlegginum, sum aftur er farið at leka vandamikil evni út í luftina.
Avgerðin verður tikið í kvøld í argentinska býnum Bueno Aires. OL verður næstu ferð í Rio de Janeiro í Brasil. Tað verður í 2016.