OL verður uttan áskoðarar

Økta smittutalið í Tokyo ger, at áskoðarar sleppa ikki til kappingar á Olympisku Leikunum

Í dag er avgerð tikin um, at eingir áskoðarar verða til Olympisku Leikirnar, sum verða hildnir í Tokyo í Japan frá 23. juli til 8. august.

 

Ætlanin var annars at loyva upp í 10.000 áskoðarar til einstakar kappingar, men eftir at koronusmittan aftur ger um seg í Tokyo, er málið viðgjørt av nýggjum.

 

Politiski myndugleikin og fyrireikarar hava í dag havt fund, og niðurstøðan var at taka aftur loyvið til áskoðarar.

 

– Tað er harmiligt, at vit ikki kunnu loyva einum avmarkaðum tali av áskoðarum til kappingarnar, sigur Seiko Hashimoto, sum er forseti fyri OL fyrireikingarnevndina, sambært Ritzau.

 

Bert japanarar hava havt møguleika at keypa atgongumerki til OL, men nú verða tey strikað og afturrindað.