Tey, sum standa á odda fyri OL-íðkarunum úr afrikanska landinum Cameroun, hava boðað bretsku myndugleikunum frá, at sjey av teirra íðkarum eru horvnir, og at teir hava ikki latið frætta frá sær.
-Tað byrjaði sum ein leysasøga, men nú er váttað, at sjey olympisk ítróttarfólk eru horvin úr teirri olympisku bygdini, sigur liðleiðarin hjá Cameroun, Davi Ojong, í einari fráboðan í dag.
Talan er um fimm nevaleikarar, ein fótbóltsspælara og ein svimjara, sum eftir øllum at døma hava gjørt av at royna eydnuna í Evropa.