OL-svimjari fingið krabbamein

Hollendsk heiðursmerkjavón sleppur neyvan við til OL í summar.

Ein av bestu hollendsku svimjarunum, Inge Dekker, sum m.a. hevur vunnið bæði OL- og HM-gull, hevur fingið staðfest lívmóðurhálskrabba. Tað boðar hollendska svimjisambandið, KNZB, frá í tíðindaskrivi.


OL-gull hennara kom í hús í 2008 á 4x100m frí, og við bronsuheiðursmerkjum bæði í 2004 og 2012 umframt trý HM-gull, var hon ein av teimum, sum Holland væntaði sær nógv av til OL í summar.


- Tað er sjálvsagt skelkandi, tá ið tú hoyrir slík tíðindi. Eg havi fyrireikað meg til OL í Rio í trý ár, og so hoyrdi eg hetta. Brádliga bleiv lívið sera friðarligt og at alt er vorðið treytað. Eg hugsavni meg um at vera positiv og geri alt fyri at gerast frísk, sigur Inge Dekker sjálv í tíðindaskrivinum.


Tað er ivasamt, um Inge Dekker nær at gerast frísk áðrenn OL í Rio, og hóast hon nú ger alt fyri at gerast frísk aftur, so viðgongur hon, at hon hevur OL-luttøkuna við í huganum.