Svøríki hevur spælt seg í hálvfinaluna í OL eftir sigur á Danmark. Svøríki var á odda tað mesta av fyrra hálvleiki við 11-9 í steðginum, men í seinna hálvleiki reið mangan um snarið.
Men við tveimum avgerandi málum frá Niclas Ekberg eydnaðist svenskarunum at vinna við tveimum málum, 24-22, so Svøríki í hálvfinaluni skal møta Ungarn, sum rættiliga óvæntað basti Íslandi fyrr í dag.
Tað var spennandi ímóti endanum, tí støðan var 22-22 og klokkan vísti 28:41, tá Ekberg sendi bóltin í opið mál til 23-22. Og í síðstu sekundunum økti hann til 24-22.
Besti spælarin hjá Svøríki var málverjin, Johan Sjöstrand, sum hevði eitt heimsklassaavrik við einari rúgvu av bjargingum ikki minst í avgerandi støðum.
Men Danmark og stórspælarin Mikkel Hansen, ið einki mál fekk í fyrra hálvleiki, men fleiri í seinna, komu sterkt aftur og vóru fleiri ferðir á odda, eitt nú 21-20, men tað rakk allíkavæl ikki allan vegin.