OL stendur upp á spæl hjá Sverra

Klokkan tveir minuttir í hálvgum tíggju fer Sverri Nielsen at stríðast fyri luttøku í OL í summar

Ein føroyskur rógvari skal í altjóða eldin klokkan 9.22. Tað er Sverri S. Nielsen úr Miðvági, sum skal stríðast fyri at vinna sær rættin at taka lut í olympisku leikunum í Brasil í summar.

 

Úttøkukapping er í Luzern í Sveis, og tað er øgilig avbjóðing, sum bíðar Sverra:

-Nógvir eru heilt góðir, so tað skal ikki so nógv til, áðrenn tað ikki gongur væl. Tað er serliga belgiumaðurin Hannes Obreno, sum mær hevði dámað væl at vunnið á, sigur Sverri Nielsen við roning.dk.

Sverri vónar, at tað verður heilt tætt á teininum:

-Um tað verður soleiðis, so havi eg ein møguleika. Eg gleði meg at vera ordiliga pressaður og so at síggja, hvussu tað fer at tørna út, tá ið eg skal upp í ferð, sigur Sverri Nielsen.