OL: Sigrar til Kroatia, Týskland og Spania í bólki A

Her eru úrslitini og málskjúttarnir í fyrsta umfarinum í hondbólti hjá monnum í bólki A í OL-endaspælinum í París

Fyrsta umfarið í hondbólti hjá monnum undir olympisku summarleikunum í París er leikt í dag.

 

Í bólki A løgdu Týskland, Kroatia og Spania fyri við sigrum.

 

Hjá Kroatia stóð tó á gomlum nøglum. Japan var á odda við fimm málum í steðginum, men Kroatia megnaði at venda dystinum.

 

Kroatia-Japan 30-29 (13-18)

 

Kroatia: Mario Sostartic 6, Ivan Martinovic 4/1, Lovro Mihic 4, Zvonimir Srna 3, Domagoj Duvnjak 3, Marin Sipic 3, Veron Nacinovic 3, Luka Cindric 2, Tin Lucin 2.

 

Japan: Kosuke Yasyhira 10/2, Naoki Fujisaka 5, Shuichi Yoshuda 4, Hiroki Motoki 3, Shinnosuke Tokuda 2, Jin Watanabe 2, Tatsuki Yoshino 1, Hiroyasu Tamakawa 1, Tomoya Sakurai 1.

 

Týskland-Svøríki 30-27 (12-11)

 

Týskland: Renars Uscins 8, Johannes Golla 5, Luca Witzke 4, Lukas Mertens 3, Julan Köster 3, Marko Grgic 3/2, Juri Knorr 2, Christoph Steinert 1, Jannik Kohlbacher 1.

 

Svøríki: Hampus Wanne 8, Sebastian Karlsson 5, Albin Lagergren 4, Lukas Sandell 3, Oscar Bergendahl 3, Joans Carlsbogaard 3, Jim Gottfridsson 1.

 

Spania-Slovenia 25-22 (8-11)

 

Spania: Aleix Gomez Abello 6, Daniel Dujshebaev 5, Daniel Fernandez 4, Jorge Maqueda Peno 3, Alex Dujshebaev 2, Agustin Casado Marcelo 2, Javier Rodriguez Moreno 1, Ian Tarrafeta Serrano 1, Imanol Garciandia 1.

 

Slovenia: Dean Bombac 5, Tilen Kodrin 4, Kristjan Horzen 3, Miha Zarabec 2, Aleks Vlah 2, Blaz Janc 2, Jure Dolenec 1, Borut Mackovsek 1, Domen Novak 1, Blaz Blagotinsek 1.