Føroyar vóru greiðir favorittar í móti Burundi, sum er styrkimett uml. 60 pláss lægri, og greiddi setningin - uttan hóvasták - við sannførandi sigrum á øllum borðum.
1. IM Helgi Dam Ziska (2439) ? Ndikumana Yves (0)
2. IM John Rødgaard (2352) ? Ntagasigumwami Deo (0)
3. Olaf Berg (2274) ? Nininahazwe Tony (0)
4. FM Carl Eli Nolsøe Samuelsen (2262) ? Rwamavubi Jean Bosco (0)
Í 3. umfari er Serbia mótstøðuliðið.
Meðan Serbia er seedað nr. 21, eru Føroyar seedað nr. 83 av teim 148 luttakandi tjóðunum og tískil verður talan um eina sera torføra uppgávu hjá føroysku manningini.
Serbar eru mannaðir við krútsterkum altjóða meistarum (GM):
1. GM Sedlak Nikola (2550) ? Serbiskur meistari 2010
2. GM Kovacevic Aleksander (2582)
3. GM Vuckovic Bojan (2615)
4. GM Ivanisevic Ivan (2613) ? Serbiskur meistari 2008 og 2009
5. GM Markus Robert (2624)
Enn er ikki almannakunngjørt hvørjir av hesum 5, manna tey 4 borðini í morgin.
Fylgið spennandi uppgerðini LIVE á: ugra-chess.com/results.php
Byrjað verður hósmorgunin, kl. 10.00.
Sí annars www.faroechess.com









